2019-02-13 11:01
Í gjár fór Magnus Heinason á ársins fyrsta túr eftir kanningarætlanini fyri 2019, sum telur 22 túrar í alt.
Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað. Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er partur av teimum regluligu kanningunum eftir 6 standardskurðum, sum ganga út frá Landgrunninum.
Yvirlit yvir allar túrarnar í 2019 sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald