Innanlands

Makrelfiskiskapurin tikið seg uppaftur

Makrelfiskiskapurin, sum seinastu tíðina hevur verið sera smáligur, byrjaður nú at taka seg uppaftur

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-08-11 07:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Borgarin og Norðingur landaðu í Kollafirði í gjár, og Tróndur í Gøtu og Tummas T hava landað á Tvøroyri.

Norðingur og Borgarin høvdu umleið 250 tons av makreli í part eins og Tróndur í Gøtu, meðan  Tummas T hevði munandi meira - góð 1000 tons.

Skipini hava fiskað í altjóða sjógvi, og sum skilst byrja skipini nú at fáa makrel, eftir nærum at hava havt fiskaloysi seinastu tíðina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder