Innanlands

Makrelgýting við Føroyar kannað

Sum heild vóru færri egg at síggja enn tað vóru fyri trimum árum síðani

2019-06-20 19:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrst í juni var Magnus Heinason liðugur at gera kanningar av makrelgýting á leiðunum eystan og vestan fyri Føroyar. Kanningarnar av gýting hjá makreli, tvs. rognkornteljingar, verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroyar.

Umframt Føroyar luttaka Týskland, Holland, Írland, Skotland, Portugal, Noreg og Spania í kanningini, og kanningarferðirnar verða gjørdar í tíðarskeiðinum frá januar til juli.

Royndirnar hjá Magnusi Heinason vístu mest makrelegg í djúpu havøkjunum, serliga vestur móti Íslandi, men eisini eystur móti europeiska landgrunninum. Sum heild vóru færri egg at síggja enn tað vóru fyri trimum árum síðani, tá kanningin síðst var gjørd.

Ein samlað meting av makrelgýtingini, har úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd, verður gjørd seinni í summar. Tí ber ikki til at siga hvat føroysku úrslitini merkja fyri makrelstovnin, skrivar Havstovan.

Túrfrágreiðing kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder