Innanlands

Makrelskipini sett kós móti bretskum sjógvi

Flestu føroysku uppsjóvarskipini hava sett kós moti makrelfeltinum í bretksum sjógvi

Katrin Jóhanna er eitt av skipunum, sum fer á makrelveiðu i bretskum sjógvi (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Katrin Jóhanna er eitt av skipunum, sum fer á makrelveiðu i bretskum sjógvi (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-01-08 21:09 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var á middnátt at kunngerð bleiv lýst, sum gevur føroysku uppsjóvarskipunum loyvi at fara í bretskan sjógv at fiska makrel.

Flestu føroysku uppsjóvarskipini eru í skrivandi løtu ávegis í bretskan sjógv, har makrelfiskiskapurin hevur verið góður seinastu dagarnar.

Norðborg, Fagraberg og Vestmenningur eru longu í bretskum sjógvi, har tey fiska.

Jupiter, Katrin Jóhanna, Finnur Fríði, Jupiter, birita, Ango, Eysturbúgvin, Tróndur í Gøtu og Vesturbúgvin hava sett kós móti bretskum sjógvi, og Gøtunes liggur á Runavík, men helst verður loyst hvørja løtu eisini.

Hóast flestu skipini fara at fiska makrel nú, so eru tó nøkur, sum eru á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Borgarin og Norðingur hava hampuligan fiskiskap sjálvir, og Hoyvík og Ran partrola longri suðri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder