Innanlands

Makrelskipini sigla inn at kroka

Skipini hava leitað eftir makreli seinastu dagarnar, men lítið og einki er at síggja

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson/ Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson/ Sverri Egholm)

2020-09-20 19:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tey sjey uppsjóvarskipini, sum hava leitað eftir makreli í norskum sjógvi, kom øll inn at kroka í ringa veðrinum.

Talan er um skipini Gøtunes, Borgarin, Norðing, Trónd í Gøtu, Næraberg, Arctic Voyager og Høgaberg.

Fiskiskapurin eftir makreli er minkaður niður í einki, og einki hevur verið at sæð á feltinum í fleiri dagar.

Skipini koma inn so leypandi gjøgnum kvøldið, og nøkur leita ávegis inn, men vónirnar eru ikki høgar at finna nakað í løtuni.

Finnur Fríði, Tummas T og Fagraberg, sum fiskað sild undir Íslandi, eru farin tættari landi at kroka eisini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder