Innanlands

Mánafiskur á Vísindavøkuni

Havstovan luttekur á Vísindavøkuni við framsýning av ymiskum fiskasløgum, og fáa vitjandi m.a. høvi at síggja sjáldsama mánafiskin, sum varð veiddur við Jákupi Sverra í august

(Mynd: Hav.fo)

(Mynd: Hav.fo)

2022-09-18 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum.

Á Havstovuni siga tey seg vera serliga spent uppá at visa teimum vitjandi ein mánafisk, sum varð veiddur við Jákupi Sverra í august. Hetta er ein sjáldsamur fiskur, sum viðhvørt sæst undir Føroyum um summarið og heystið.

Ársins Vísindavøka verður í Løkshøll fríggjadagin 23. september og høvuðsevnið í ár er Tíðarrák. Her verða framløgur – 20 í tali – framsýningar og tiltøk, sum á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð. Inni í kantinuni í Løkshøll verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.

Sýningin hjá Havstovuni er í einum tjaldi uttan fyri Løkshøll, og umframt tjaldið hjá Havstovuni, er eisini eitt tjald, har næmingar og lærarar á Glasi gera royndir, skrivar Havstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder