Seinastu dagarnar eru helst fleiri sum hava lagt merki til játtina Octopus sum hevur ligið uttanfyri uttara molan í Havn.
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
126 metrar langa játtin er skrásett í Cayman Islands, og varð bygt í 2003.
Tað var Microsoft stovnarin Paul Allen, sum lagt skipið byggja fyri knappar 1,4 millardir krónur. Síðan hevur skipið verið lænt út til ymiskar verkætlanir og til bjarging eisini.
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
Paul Allen doyði í 2018. Octopus er síðani gjørt í stand og selt í 2021 til svenska Roger Samuelsson, sum hevur tjent sínar pengar í heilivágsframleiðslu. Skipið varð selt fyri 235 milliónir evrur, 1,7 milliardir krónur.
Octopus var eisini á vitjan um ólavsøkumundi í 2010.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald