2025-05-30 07:36

Fyrrapartin í gjár, 29. mai, varð eitt mayday-boð sent út á VHF kanal 16.
Hetta elvdi til, at tyrlan og fleiri bátar vóru sendir at hjálpa. Eftir stutta tíð varð staðfest, at ongin vandi var á ferð. Tað vísti seg, at onkur hevði rópt mayday á kanal 16 í spølni.
Slíkt spæl við neyðarkall kann fáa álvarsligar fylgjur og tekur neyðtænastur burtur frá veruligum uppgávum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald