Innanlands

Meiri heimligt á sjónum enn í løgtinginum

Nógvar spennandi uppgávur eru í tinginum, men sjógvurin liggur líkasum í æðrunum, og eg fái aldri nóg mikið av honum.

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-12-22 20:42 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Tað kennist meiri heimligt á sjónum enn í Løgtinginum. Ikki tí, eg trívist sera væl í tinginum, og har eru nógvar spennandi uppgávur, men sjógvurin liggur líkasum í æðrunum, og eg fái aldri nóg mikið av honum.

Tað sigur Jóhan Eli Poulsen, tingmaður og sjómaður

- Tá tað hevur ligið fyri, havi eg gjørt nakrar túrar til sjós hesa tíðina, eg havi sitið í Løgtinginum. Hesin túrurin við Arctic Voyager hevur gingist væl, tí vit hava góð 1800 tons av svartkjafti eftir fýra hálum.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Nú leggja vit skipið á Runavík, meðan vit bíða eftir landingartørni hjá Havsbrún, sum verður 28. desember, sigur hann

- Vit vóru 11 mans við hendan túrin, og nú verður ein góður døgurði, jólahald og jólafrí. Tá eg var skipari, plagdi eg at lesa jólaevangeliið, so nú fáa vit at síggja hvør lesur hesaferð. Umborð syngja menn og biðja til Guds: “Stýr míni skútu í ódn og logn!”

Tann bønin kann eins væl syngjast í Løgtinginum, sigur Jóhan Eli Poulsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder