2018-08-11 18:42
Tey sum hava søkt um menningarkvotur fáa svar mánadagin. Tað upplýsir Fiskimálaráðið fyri Kringvarpinum.
Í longri tíð hevur vinnan og eisini politikarar ótolnast eftir at menningarkvoturnar skuldu lutast út. Freistin at sækja var 28. mai í ár, og 38 umsóknir komu út. Ein setanarbólkur gjørdi eitt tilmæli, sum varð handað Høgna Hoydal 18. juli. Síðani hevur lítið verið at hoyrt, men nú verður tað so.
Talan er um 58.000 tons av uppsjóvarfiski ella 8,5 prosent av samlaðu føroysku kvotunum í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald