Innanlands

Mest skal smíða grønan alibát til Bakkafrost

Verkætlanin er úrslit av samstarvi millum Bakkafrost og Føroya Landsstýrið um at finna grønar orkuloysnir, ið gagnnýta avlopsorku. Báturin skal latast í desember

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost og Mouritz Mohr, stjóri í Mest (Mynd: Bakkafrost)

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost og Mouritz Mohr, stjóri í Mest (Mynd: Bakkafrost)

2021-02-02 17:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bakkafrost og skipasmiðjan MEST hava í dag skrivað undir sáttmála um bygging av grønum alibáti. Sáttmálin varð undirskrivaður á høvuðsskrivstovuni hjá Bakkafrost á Glyvrum.

Nýggi grøni alibáturin fer einans at nýta streym sum drívmegi, og verður løddur tær tíðirnar á samdøgrinum, tá streymurin frá SEV í mestan mun kemur frá grønari orkuframleiðslu.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, fegnast um, at sáttmáli um bygging av grønum alibáti nú er undirskrivaður.

- Hjá Bakkafrost hava vit sett okkum sum mál at minka útlátið av vakstrarhúsgassum niður í helvt innan ár 2030. Vit seta okkum framsøkin mál á umhvørvisøkinum og leita tí áhaldandi eftir framskygdum umhvørvisverkætlanum, ið stuðla undir grønu orkuskiftið.

Við hesi verkætlan vóna vit at slóða fyri og skapa nýggja vitan til vinnuna. Skip og bátar fylla nógv í Føroyum, og tað er eisini á hesum øki, at størstu møguleikarnir eru fyri at minka um føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum. Vit vóna, at hendan verkætlanin kann geva íblástur til vinnuna, so at vit seta hol á grøna orkuskiftið á maritima økinum, sigur Regin Jacobsen.

Verkætlanin at byggja grønan alibát er úrslit av føroyska formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum, har fígging varð játtað til verkætlan, ið hevur til endamáls at gagnnýta orkuframleiðslu í fjarskotnum økjum á ein meira skynsaman og burðardyggan hátt. Ítøkiliga snýr tað seg um at gagnnýta sonevnda avlopsorku, sum er orka, ið verður framleidd og er til taks á elkervinum, men sum ikki verður nýtt. Serliga er talan um at gagnnýta orkuna, ið verður framleidd um náttina og í vikuskiftunum.

SEV luttekur í verkætlanini við at menna eina skipan, ið skal tryggja, at alibáturin í so stóran mun sum gjørligt verður løddur við grønari orku.

Byggingin av grøna alibátinum byrjar í næstum, og væntað verður, at báturin verður latin Bakkafrost í desember 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder