Fiskamarknaður Føroya leggur hvørja viku eina meting út av hvussu fiskiskapurin er hjá ymsu skipabólkunum, og metingin fyri komandi viku sær soleiðis út.
Línuskip: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum og eitt siglir heim undan Grønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Seks liggja við bryggju.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður skiftandi, so vit vænta ikki tað heilt stóra av útróðrarfiski.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, ein fiskar kongafisk og ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.
Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald