Innanlands

Metstór luttøka á Aliráðstevnuni

400 luttakarar luttóku á ráðstevnuni hjá Havbúnaðarfelagnum í ár, og ongantíð áður hevur luttakaratalið verið so stórt

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2023-03-06 18:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin í farnu viku skipaði Havbúnaðarfelagið fyri árligu Aliráðstevnuni. Væl omanfyri 400 luttakarar luttóku á ráðstevnuni í ár, og ongantíð áður hevur luttakaratalið verið so stórt sum hesuferð.

Á aliráðstevnuni, sum varð hildin á Hotel Føroyum, vóru framløgur um gongdina í føroysku alivinnuni og útlitini fyri komandi tíðina. Eisini vórðu ein røð av avbjóðingum um tær avbjóðingar og møguleikar, sum alivinnan hevur.

Føroysku framløgurnar vórðu tulkaðar til enskt, so eisini útlendsk starvsfólk og ráðstevnuluttakarar høvdu møguleika at fylgja við. Á Aliráðstevnuni eru eisini góðir møguleikar at netverka, og nógv nýttu møguleikan at fáa eitt prát við fólk í og kring alivinnuna.

Vinnuhúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder