Innanlands

Miðalvektin á smolti nærkast 500 grammum

Bakkafrost fer komandi árini at byggja tríggjar framkomnar smoltstøðir í Skotlandi

Smoltstøðin hjá Bakkafrost á Strond (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Smoltstøðin hjá Bakkafrost á Strond (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2021-02-23 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi ár roknar alifyritøkan Bakkafrost við at vera komin upp á eina miðalvekt á 500 gramm á smoltunum, sum verða sett út.

Seinastu árini hevur fyritøkan – í takt við stóru útbyggingarnar av smoltstøðum – miðað eftir at framlaiða alt størri smolt til tess at tryggja betri góðsku á vøruni, sum fyritøkan framleiðir. Málið er at koma koma upp á 500 gramm.

Bakkafrost skrivar soleiðis í frágreiðingini til keypsskálan, ið varð send út í morgun:

Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið góð í fjórða ársfjórðingi. Fiskurin er vaksin væl og fóðurfaktorin hevur verið lágur. Góðskan á tikna fiskinum hevur verið avbera góð.

Miðalvektin á útsetta smoltinum í Føroyum er alsamt hækkandi, í tráð við strategiina hjá Bakkafrost um at hækka støddina á smoltinum til 500 gramm í 2022. Í fjórða ársfjórðingi var miðalstøddin á útsetta smoltinum 343 gramm, og væntandi verður hon 400 gramm í 2021.

Nýggja smoltstøðin við Strond ger eitt stórt íkast í mun til at hækka smoltmiðalvektina. Smoltstøðin framleiðir nú stórar mongdir av smolti við høgari góðsku og miðalvekt. Við teimum útbyggingum av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali, sum nú eru settar í verk, verður í 2022 møguligt hjá Bakkafrost at framleiða 20 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500 gramm.

Avbjóðingar í Skotlandi
Alingin í Skotlandi hevur søguliga sæð verið meira avbjóðandi í seinnu helvt av árinum. Árið 2020 var einki undantak og í fjórða ársfjórðingi 2020 var fellið størri enn vanligt á summun aliøkjum.

Bakkafrost ætlar komandi árini at gera stórar íløgur í Skotlandi, har ætlanin er at byggja tríggjar stórar smoltstøðir og harvið framleiða stór smolt eins og í Føroyum. Hettar fer at betra munandi um alingina í Skotlandi um nøkur ár.

Bakkafrost leggur stóran dent á at minka um lívfrøðiliga váðan. Stórar íløgur  eru gjørdar seinastu árini fyri at minka um váðan, betra um effektivitetin og at tryggja burðardyggan vøkstur. Í hesum sambandi er strategiin við størri smolti ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi.

Rokna við at taka 106.000 tons av laksi í ár
Í 2021 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,5 milliónir smolt í Føroyum og 11,0 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 14,3 milliónir smolt í 2020 og 12,7 milliónir í 2019 og 12,6 milliónir 2018. Í Skotlandi var útsetingin 10,4 milliónir smolt í 2020, 12,4 milliónir í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2021 er 66.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 40.000 tons í Skotlandi. Sostatt verður samlaða tøkan í 2021 væntandi 106.000 tons av laksi í kruvdari vekt.” 

placeholder
placeholder