Nú verður endiliga møguleiki hjá fuglfirðingum og øðrum at uppliva nýggjasta skipið í flotanum.
Í morgin kemur nýggi Akraberg hjá Spf. Framherja á Fuglafjørð, og klokkan 16 verður móttøka fyri nýggja skipinum.
Akraberg leggur at undir skrivstovubygninginum hjá Framherja. Á skránni verður millum annað hornorkestur, røður og møguleiki fyri at fara umborð.
Akraberg er fyrsti nýbygningur hjá Spf. Framherja. VARD skipasmiðjan í Brattvåg stóð fyri byggingini. Skrokkurin varð smíðaður í Turkalandi, haðani hann varð togaður til Noregs at gerast liðugur, áðrenn skipið kundi handast eigarunum í juni mánaði.
Akraberg fór tá beinleiðis til fiskiskap í Barentshavinum.
Les eisini: Akraberg sett kós móti Føroyum við 860 tonsum
Sí eisini: Myndir: Her er nýggi Akraberg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald