2025-01-29 15:05
Fríggjadagin verður stórur dagur í Fuglafirði. Nýggja uppsjóvarskipið hjá Framherja, Høgaberg, kemur og fer at liggja undir skrivstovubygninginum hjá reiðarínum.
Klokkan 16 verður dópur og eisini verður sangur, røður og møguleiki at fara umborð.
Tað var mánadagin í síðstu viku, at Framherji yvirtók 88 metrar langa og 17 metrar breiða skipið. Farið varð til fiskiskap eftir svartkjafti mikudagin, og fríggjadagin verður altso móttøka og dópur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald