Seinnapartin í dag, klokkan 17, verður móttøka fyri nýggja bátininum hjá Eiðis Bjargingarfelag, Rescue Vón, á havnarlagnum á Eiði.
Talan er um ein spildurnýggjan og væl útgjørdan bjargingarbát, sum er bygdur á Safehaven Marine í suðurírska býnum Cork.
Fýra mans frá Eiðis Bjargingarfelag hava sigld bátin heim. Felagið skrivar soleiðis á Facebook:
“Leygarmorgun kl 01.20 bleiv lagt frá landi í Cork. Leiðin gekk til Dublin har vit fyltu brennievni á. Síðan bleiv siglt til Craobh Haven Marina (í Vesturskotlandi, -red.) eisini fyri at fylla brennievni. Haðani gekk leiðin til Kinlochbervie (í Útnyðringsskotlandi, -red.) sum síðsta stopp áðrenn vit settu kósina til Vágs har vit løgdu at kl 21.05 sunnukvøldið. Samlaði teinurin frá Cork til Eiðis er á leið 780 fjórðingar.”
Sambært MarineTraffic, fór Rescue Vón úr Vági við kós norðureftir í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald