Innanlands

MRCC tekur samanum leitingina

Leygarkvøldið steðgaði leitingin eftir teimum saknaðu eftir at Kambur sakk týsdagin. MRCC tekur samanum

2024-02-11 19:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at Brimil og Tjaldrið høvdu leitað allan leygardagin 10. februar bleiv leitingin eftir teimum báðum saknaðu monnunum av Kambi, steðgað klokkan 19.

MRCC sigur, at menninir eru roknaðir nú sjólátnir.

Týsdagin 6. februar
Um 7-tíðina sendi Kambur neyðarkall. Skipið hevði fingið nógva slagsíðu, og ætlanin var at fara í bátarnar.

Skip á leiðini settu beinanvegin kósina á staðið har Kambur var staddur. MRCC sendi MayDay Relay fyri at kunna um støðuna. Boð vóru send til Brimil og tyrluna og onnur skip í økinum. Men støðan versnaði so skjótt umborð á Kambi, at áðrenn fyrstu eindirnar komu á staðið, hevði Kambur lagt seg nógv á liðina, at manningin stóð á skipssíðuni.

[object Object]

Tyrlan fekk tikið 13 menn av skipssíðuni og flutti teir til Suðuroyar Sjúkrahús og fór so útaftur til neyðstadda skipið. Ein maður afturat bleiv tikin av og fluttur til lands. Manningin taldi 16 í alt, so tveir menn vóru saknaðir. Ein av manningini segði, at ein annar var farin á sjógv.

Leiting eftir teimum saknaðu varð sett í gongd, og Brimil samskipaði leitingina í økinum. Umstøðurnar vóru vánaligar á staðnum til leiting, 15-18 m/s av LN og aldan var 7 metrar. Breiðanes, Hamranes og Sandshavið vóru á staðnum og luttóku í átakinum.

Seinnapartin vóru fleiri onnur skip eisini við í leitingini.
Eitt bretst P8 poseidon flogfar leitaði eisini í økinum frá klokkan 16:20 til 21:30. Eisini danska challenger flogfarið luttók frá klokkan 18 til 21:30. Tyrlan leitaði allan dagin til myrkrið kom.

Mikudagin 7. februar
Brimil leitaði allan dagin, Challenger flogfarið leitaði frá klokkan 14 til 16. Tyrlan leitaði frá klokkan 10-17.

Hósdagin 8. februar
Tjaldrið loysti Brimil av á staðnum, meðan hann fór at skifta manning. Leitað varð allan dagin.

[object Object]Brimil (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Fríggjadagin 9. februar
Tjaldrið leitaði allan dagin. Challenger flogfarið leitaði tríggjar tímar í økinum seinnapartin. Brimil kom út aftur um 14 tíðina og leitaði restina av degnum.

Leygardagin 10. februar.
Brimil og Tjaldrið leitaðu allan dagin til klokkan 19, tá leitingin steðgaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder