- Hýsustovnurin er nóg væl fyri til at vinnulig veiða kundi verið eftir hýsu á Føroyabanka.
Tað staðfestur Petur Steingrund, deildarleiðari á Havstovuni. Men hann leggur afturat, at toskastovnurin enn er illa fyri.
- Eftirsum man bæði fær tosk og hýsu saman, tá man fiskar við línu, er tað ein vandi í at lata Føroyabanka upp fyri hýsuveiðu, tí tað kann gera tað at toskurin ikki kemur fyri seg aftur, sigur deildarleiðarin á Havstovuni.
Les eisini: Vilja royna eftir hýsu uttan at ávirka toskin
Eins og Portalurin skrivaði um í gjár, hevur Havstovan latið Sandshavið gjørt kanningar við línu fyri seg. Roynt varð við flotlínu og Sandshavið fekk nógv av hýsu, men heilt lítið av toski. Petur Steingrund greiddi frá, at kanningarnar snúði seg um at finna útav, um til ber at fiska hýsu, uttan at ov nógv at toski verður fiskað.
- Spurningurin er, hvussu man kann fiska eitt sindur av hýsu, uttan at man forðar fyri at toskurin kemur fyri seg, sigur Petur Steingrund.
Mugu ikki uppgeva toskastovnin
Føroyabankatoskurin er serstakur føroyskur fiskur, sum ljósari á liti enn vanligur toskur. Yvirlitstorlingarnar hjá Magnusi Heinason vísa, at síðani 2006, hevur heilt lítið veri til at serstaka fiskinum.
Myndin vísur, hvat Magnus Heinason hevur fingið av toski síðani fyrst í 80'unum. (Kelda: Hav.fo)
Men Petur Steingrund heldur at ansast má eftir, at toskurin ikki verður uppgivin, hóast lítið er til av honum nú.
- Vit hava eina vón um, at tað aftur skal bera til at fiska tosk á Føroyabanka. Tí halda vit fast í tað áskoðanina, at vit mugu bara royna at fáa toskastovnin upp aftur har, sum hann var, greiðir hann frá. Hann sigur eisini, at nú tá hýsan er komin fyri seg, má toskastovnurin enn verjast, hóast hann ikki er komin fyri seg enn.
- Tað hevði verið ábyrgdarleyst at loyvt einari stórari vinnuligari veiðu á Føroyabanka við línu, tí so er vandi fyri at toskastovnurin ikki kemur fyri seg, sigur hann. Hann sigur avvísir tó ikki, at ein ávís vinnulig veiða eftir hýsu kann vera á Føroyabanka, um funnið verður útav einum fiskihátti, sum selektivt kann fiska hýsu, uttan at tað gongur út yvir toskastovnin.
- Tað má í øllum førum tryggjast, at tann hýsuveiðan, sum verður gjørd, gongur so lítið útyvir toskastovnin sum møguligt, sigur hann at enda.
Hendan myndin vísir yvirlitstrolingar eftir hýsu á Føroyabanka (Kelda: Hav.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald