- Vørn skal gera vart við, at avreiðingarvirðini, sum eru skrásett hjá Vørn kunnu ikki brúkast, um talan skal verða um runda vekt.
Tað stendur í hoyringsskrivinum, sum Vørn hevur skrivað í sambandi við uppskotið um veiðigjald, sum liggur í Løgtinginum nú. Í uppskotinum stendur, at veiðigjaldið skal ásetast sum eitt krónugjald fyri hvørt kilo í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag, sum veiðigjald skal leggjast á.
At veiðigjaldið skal ásetast fyri hvørt kilo í rundari vekt, merkir at tað skal ásetast fyri vektina á tí heila fiskinum. Men avgreiðingarvirði, sum er skrásett hjá Vørn, er ikki altíð av tí heila fiskinum. Í hoyringsskrivinum skrivar Vørn, at tey meta, at veiðigjaldið kann krevjast inn á skynsamari hátt, hóast tað ikki er útgreina hvør háttur talan kundi verði um.
Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, greiðir Portalinum frá, at Vørn bara skrásetir avreiðingarvirðið, sum fiskurin varð seldur fyri. Tað vil siga, at um fiskurin verður avhøvdaður, flaktur ella virkaður á annan hátt umborð, er avreiðingarvirði sum nú er ikki rokna eftir rundari vekt.
Elmar Højgaard greiðir víðari frá, at skipanin hjá Vørn ikki er rætta til veiðigjaldið, um uppskotið verður samtykt. Um rund vekt eitt nú skal roknast av flaktum fiski, mugu umrokningar gerast fyri at rokna virði á fiskinum, áðrenn hann varð flaktur.
Stjórin á Vørn greiðir eisini frá, at tey ikki hava viðgjørt enn, hvussu nógv tað kann kosta at gera eina slíka skipan. Hann veit heldur ikki enn, um tað verður trupult at gera, men staðfestir at tað sjálvandi ber til, um politiska skipanin ynskir tað.
Uppskotið um veiðigjald hevur ikki verið til 1. viðgerð í Løgtinginum enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald