Tað var ein stór løta í Brattvåg í dag tá ið Elisabeth Eldevig doypti nýggja verksmiðjutrolaran Akraberg í dag.
Skipið, sum er bygt á Vard skipasmiðjuni í Norra, fer til fiskiskap í komandi viku.
Nógv fólk vóru savnaði tá ið Akraberg fekk navn í dag. Tað var kona Anfinn Olsen, reiðara, Elisabet Eldevig, sum var gumma at nýggja skipinum.
Umboð fyri skipasmiðjuna og reiðarí hildu røðu, og síðan var møguleiki at sleppa ein túr umborð at síggja skipið.
Akraberg verður nú riggaður til at fara til fiskiskap, og ætlanin er at fara til fiskiskap fyrst í komandi viku.
Sí eisini: Video: Dópur í Brattvåg
Sí myndir, sum Kiran Jóanesarson tók í Brattvåg í góðveðrinum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald