Sáttmáli var undirskrivaður millum Bakkafrost og Mest 2. februar 2021, og í dag, umleið hálvtannað ár seinni, varð elrikna tvíkiljan flotað.
Verkætlanin er úrslit av føroyska formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum har fígging varð játtað til verkætlan, ið hevur til endamáls at gagnnýta orkuframleiðslu í fjarskotnum økjum á ein meira skynsaman og burðardyggan hátt.
Ítøkiliga snýr tað seg um at gagnnýta sonevnda avlopsorku, sum er orka, ið verður framleidd og er til taks á elkervinum, men sum ikki verður nýtt. Serliga er talan um at gagnnýta orkuna, ið verður framleidd um náttina og í vikuskiftunum.
SEV luttekur í verkætlanini við at menna eina skipan, ið skal tryggja, at alibáturin í so stóran mun sum gjørligt verður løddur við grønari orku.
Elrikni alibáturin verður handaður Bakkafrosti um nakrar vikur.
Sí myndir, vit tóku á Mest skipasmiðjuni seinnapartin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald