Innanlands

Myndir: Móttøka á Varðanum Pelagic

Pinnamatur, brúsandi vín og annað gott. Hátíðardámur á Tvøroyri í dag

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-01-25 18:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri varð seinnapartin tikin í nýtslu, og tað sást aftur umborð á Smyrli, sum setti kósina móti Tvøroyri klokkan 13 í dag.

Nógv av landsins ovastu persónum vóru at síggja umborð, og á virkinum var gott lag, har eini 300 fólk vórðu boðin til sokallaða “Grand opening”.

Eftir móttøkuna var rundvísing á stóra snotiliga virkinum, sum er bygt upp aftur av nýggjum síðani ógvusligur eldur summarið 2017 hevði við sær, at virkið brendi nærum alt sum tað var.

Í kvøld verður veitsla í Saltsiloini.

Sí nakrar myndir frá móttøkuni niðanfyri. Myndir frá rundvísingini koma á Portalin um eina løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder