2024-05-06 19:13
Hátíðardámur tá nýggi Vesturbúgvin stevndi á Vestmanna klokkan 18 í kvøld.
Fitt av fólki var savnað, og skipað varð fyri móttøku.
Gamli Vesturbúgvin hevur fingið navnið Norðfinnur, og hevur ikki verið í vinnu síðan partrolarin Eysturbúgvin sakk í 2022.
Nýggja skipið hjá vestmenningum er bygt í 2011, er 43 metrar langt og 12 metrar breitt. Skipið hevur ein 2.000hk Yanmar motor, og er 906 bruttotons til støddar.
Sí myndirnar, sum Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm tóku:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald