Innanlands

Myndir: Nýbygningurin hjá Varðanum komin til Skagen

Skrokkurin hjá Finni Fríða er gjørdur í Póllandi, og skipið er nú sleipað til skagen, har Kartensens skipasmiðjan skal gera skipið liðugt

Skrokkurin hjá Finni Fríða kom í morgun til skagen, har skipið skal gerast liðugt (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Skrokkurin hjá Finni Fríða kom í morgun til skagen, har skipið skal gerast liðugt (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2023-09-12 20:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um ein skrokk, sum er heili 88 metrar langur, umleið 17 metrar breiður og tá ið skipið er liðugt kostar tað umleið 350 milliónir krónur.

Tað er felagið Krossbrekka, sum er eitt dótturfelag hjá Varðanum í Gøtu, sum letur skipið byggja.

Skipið skal avloysa núverandi Finn Fríða, sum er knapt 20 ára gamal.

Nýggi Finnur Fríði skal fiska somu fiskasløg, sum núverandi Finnur Fríði ger í dag, sum eru makrelur, sild, lodna og svartkjaftur.

Veiðan verður landað bæði til matna og til ídnað.

Tá ið skrokkurin kom til Skagen var Arni Hansen, sum hevur ført núverandi Finnur Fríða frá byrjan, til staðar, og tað sást at talan var um eina stóra løtu hjá rokskiparanum, sum eisini er ein av eigarunum.

Tað er sonur Arna Hansen, Hardi Hansen, sum er eftirlitsmaður hjá Varðanum í sambandi við skipabyggingina í Skagen.

Seinni í dag komu fleiri arðir eigarar, og ein partur av manningini á finni Fríða til Skagen, at síggja snotusliga skrokkin.

Nýggi Finnur Fríði verður eftir ætlan latin eigarunum í fyrsta ársfjórðingi næsta ári. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder