2021-08-03 13:53
Um hálvgun ellivu tíðina varð línuskipið Eivind fingin av flesjunum aftur, og Pressarin hevur síðani sleipað skipið til Havnar.
Byrjað var klokkan 5 í morgun at tøma meira enn 20 tons av olju úr skipunum, og síðani varð roynt at seta á. Við Pressaranum eydnaðist ikki, men við Brimli eydnaðist tað rættiliga skjótt.
At síggja til er eingin skaði, men nú skal kannast um skaði er á skrokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald