2019-03-13 08:40
Frystiskipið Næraberg landar í løtuni umleið 2500 tons í Kollafirði.
Næraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan verður rundfryst umborð, og síðan landað til frystigoymsluna í Kollafirði.
Veðrið versnaði munandi á feltinum, og flestu føroysku skipini komu heim til Føroyar undan illveðriðnum at landa.
Eitt skip er tó farið inn av feltinum at króka, og fer aftur til fiskiskap so skjótt veðrið batnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald