Innanlands

Næraberg setti kós móti Noreg við sjúkum manni

Boð vórðu send eftir norskari tyrlu

(Mynd: Næraberg)

(Mynd: Næraberg)

2018-11-04 18:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin gjørdist ein maður á Nærabergi so mikið sjúkur, at boð vóru send eftir tyrlu.

Næraberg var tá staddur í altjóða sjógvi nærhendis norska markinum, og kósin varð sett móti Noreg. Tað gjørdist tó ikki neyðugt at sigla allan vegin til Noreg, tí tyrlan kom eftir manninum, sum er síðst í tjúgunum.

Maðurin hevur tað betri nú, og er komin til Føroya aftur.

Næraberg kom í gjár á Kollafjørð við 3000 tonsum av heilfrystari sild, sum teir hava fiskað í bæði føroyskum og altjóða sjógvi norðanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder