Frystiskipið Næraberg kom á Kollafjørð í gjár.
Næraberg, sum seinastu tíðina hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, hevur júst landað í Hollandi.
Jóhan Højgaard, stýrimaður, upplýsir, at teir hava landað 3200 tons av svartkjafti í Hollandi, og at Næraberg kom aftur á Kollafjørð í gjár.
Næraberg fer nú at rigga til at fara aftur á svartkjaftaveiðu, og veiðan verður heilfryst umborð.
Skipini fingu møguleikan at landa uttanlands í tíðarskeiðnum 27. apríl til 14 juni.
Hetta hendi eftir at stórt trýst var á Fiskimálaráðnum frá vinnuni, av tí at tað var so long bíðitíð at sleppa at landa svartkjaftin í Føroyum.
Sambært yvirlitinum hjá Vørn, so eru umleið 40.000 tons av svartkjafti landað uttanlands.
Skipini hava landað svartkjaft í Íslandi, Danmark, Norra, Írlandi og í Hollandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald