Innanlands

Niels Pauli skal høggast upp

Djúpsvatnstrolarin Niels Pauli er seldur til Esbjerg, har skipið skal høggast upp

Nies Pauli varð í gjár sleipaður av Vestmanna, har skipið hevur ligið seinastu tíðina (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Nies Pauli varð í gjár sleipaður av Vestmanna, har skipið hevur ligið seinastu tíðina (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-05-02 16:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Djúpvatnstrolarin Niels Pauli varð í gjár sleipaður av Vestmanna, og kósin er sett móti Esbjerg, har skipið skal høggast upp.

Niels Pauli er bygdur í Norra í 1983, og hevur øll árini havt sama navn og heimstað.

Tað er ein undarlig sjón, at síggja hendan trolaran fara úr Føroyum fyri seinastu ferð, men skipið hevur ikki verið í vinnu síðan í 2019.

Ætlanir hava verið at selt Niels Paula, men áhugin hevur verið lítil. 

Talan var tá um eina fyribilsloysn, men hendan gjørdist kortini endalig tá ið Niels Pauli varð lagdur, og nú skal trolarin høggast upp Hjá Smedegaarden í Esbjerg, sum millum annað eisini høgdi Athenu, Nim og Saksaberg upp.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder