placeholder
Innanlands

Niklas R. Jacobsen vann lutakastið um 10.000 kr

Síðani 1. desember 2019 hava sílafiskarar havt møguleikan at luttaka í lutakastinum um 10.000 kr. Lutakastið er partur av stóru verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Fiskaaling hevur staðið fyri, stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi

Unn V. Johannesen, lívfrøðingur, við vinnarabjálvanum

Unn V. Johannesen, lívfrøðingur, við vinnarabjálvanum

2020-12-12 10:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Innsendi brævbjálvin við sílaroðslu, sum Niklas R. Jacobsen sendi inn til Fiskaaling, vann lutakastið um 10.000 skattafríar krónur. Hetta hendi á P/F Fiskaaling norðuri við Áir í gjár klokkan 14, tá vinnandi bjálvin varð trektur millum nærum 200 aðrar.

Síðani 1. desember 2019 hava sílafiskarar havt møguleikan at luttaka í lutakastinum um 10.000 kr. Lutakastið er partur av stóru verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Fiskaaling hevur staðið fyri, stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.

Niklas R. Jacobsen hevur fiskað nógv síl gjøgnum árið, og hann hevur sent heilt fitt av bjálvum inn til Fiskaaling. Vinnandi bjálvin var av síli, ið varð fiskað í Hvalvík 8. august 2020. Hetta var eitt kynsbúgvið kvennsíl, ið var 32 cm til longdar og vigaði 350 g.

Niklas var henda dagin í august og fiskaði síl saman við soninum, Magnus. Teir avtalaðu longu tá sínamillum, at um teir vunnu 10.000 krónur, so skuldu teir býta vinningin millum sín.

Fyribils úrslit

Fiskaaling væntar at fáa nógva og góða vitan burtur úr verkætlanini. Kanningararbeiðið er longu byrjað, og nøkur úrslit kunnu longu nú siga nakað um, hvussu sílini eru fyri.

Eitt nú sigur roðslan nógv um bæði aldur og hvar sílið hevur hildið til. Her síggja vit, t.d., at summi eru leingi í feskum vatni, áðrenn tey fara á sjógv, summi fara skjótt á sjógv, meðan onnur ferðast nógv ímillum. Eisini sæst, at sílini eru best fyri í juni-august.

Nýggj kapping í 2021

Verkætlanin um føroysk sjósíl heldur fram í 2021. Fiskaaling bjóðar tí framhaldandi sílafiskarum at senda inn bjálvarnar á sama hátt sum higartil. So verður lutakast um aðrar 10.000 skattafríar krónur í desember 2021.

– Vit vóna sjálvandi, at undirtøkan verður góð um alt landið, sigur Unn V. Johannesen, lívfrøðingur á Fiskaaling í stuttari viðmerking.

– Í hesum umfarinum vantaði serliga at fáa upplýsingar og roðsluroyndir úr Suðuroy, Vágum og Norðoyggjum

Fleiri upplýsingar kunnu finnast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder