Innanlands

Nógv av messuprátinum er um nýggja skipið

Manningin gleðir seg til nýggi Akraberg kemur næsta ár

Jógvan Højbro (Mynd: TJ-myndir)

Jógvan Højbro (Mynd: TJ-myndir)

2021-02-12 18:04 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hetta er triðja skipið, eg eri við hjá Framherja. Eg byrjaði við Høgabergi, núverandi Hoyvík í 2008, og tá hann var seldur, fór eg umborð á Vesturvón, til hann var seldur, og síðani havi eg siglt við Akrabergi. Eg trívist væl umborð og í reiðarínum. Reiðaríið er gott, og tað eru bæði dugnaligir og fittir menn, eg sigli saman við.

Tað segði Jógvan Højbro, við Sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð mikudagin. Jógvan siglir sum dekkari við Akrabergi.

-Síðsti túrur var góður, og vit fiskaðu hvønn dag, men veðrið var stak buldrasligt. Veiðan var mest toskur, hýsa og so nakað av upsa. Fiskurin varð kruvdur, avhøvdaður og síðani frystur heilur í blokk, segði hann.

-Vit gleða okkum, til nýggi Akraberg kemur. Nógv av messuprátinum er um nýggja skipið, og tekningar hava ligið frammi av tí. Harafturat hava vit eisini hugt eftir fleiri videobrotum av líknandi skipum. Gongst eftir ætlan, so kemur nýggi Akraberg á summri 2022, segði Jógvan Højbro.

Akraberg fór nýggjan túr í Barentshavið mikukvøldið. 24 mans fóru við.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder