Innanlands

Nógv fleiri tons av toski avreidd í 2018

Avreiðingarnar í fjør vóru tilsamans góð 74 túsund tons

2019-01-25 09:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Avreiðingarnar í fjør vóru tilsamans góð 74 túsund tons, eitt túsund tons ella 1,4% meir enn í 2017. Nøgdin av toski og hýsi vaks við umleið 50%, meðan minking var av øðrum fiskasløgum, serliga upsa. Í virði vóru avreiðingarnar 85 mió. kr. ella 10% størri enn fyrra árið, skrivar Hagstova Føroya um seinastu uppgerðina.

Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið tilsamans hevur verið støðugt lágt seinastu nógvu árini. Betri fiskiár vóru frá aldarskiftinum fram til 2007. Í miðal var nøgdin tilsamans góð 125 túsund tons tey árini. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið um 75 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd góð 74 túsund tons, sum er eitt vet betri  enn í 2017, tá góð 73 túsund tons vórðu avreidd.

Avreiðingar kalla vit alt tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Hetta verður eisini umtalað sum feskfiskaveiðan (sí viðmerking aftast). Í avreiðingunum er allur fiskiskapur hjá føroyskum skipum og bátum á føroyskum sjóøki, føroyska veiðan í íslendskum sjóøki og fiskiskapurin á Flemish Cap.
Uppsjóvarfiskur er ikki við í hesi uppgerð.

[object Object]

Gongdin í avreiðingarvirðinum fylgir ikki altíð gongdini í avreiðingarnøgdunum neyvt, sum sæst á myndini omanfyri. Fyri virðið eru fiskaprísirnir avgerandi. Avreiðingarvirðið er fallið seinastu árini. Avreitt varð fyri um 1,2 milliardir kr. í miðal árini 2000-07. Seinastu fimm árini hevur miðal avreiðingarvirðið verið um 750 millliónir. Í fjør var avreiðingarvirðið smáar 900 milliónir, sum er 10% ella um 85 milliónir meira enn í 2017. Tað er virðið á toskinum, 114 milliónir fleiri enn í 2017, sum togar avreiðingarvirðið upp í 2018

Í talvuni niðanfyri síggjast avreiðingarnar í nøgd og virði fyri úrvald fiskasløg í 2017 og 2018.

[object Object]

Toska, hýsu - og upsaveiðan seinastu sekstan árini
Nógv fleiri tons av toski vórðu avreidd í 2018 – smá 17 túsund tons, sum er um helvtar meiri enn í 2017. Eisini virðið á toskinum vaks nógv - úr 217 upp í 331 milliónir - eitt meirvirðið á 114 milliónir, sum er 52% vøkstur.

Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu nógvu árini - í miðal um góð 10 túsund tons. Tey knappliga 17.000 tonsini, sum vórðu avreidd í fjør, er nógv frægari enn seinastu nógvu árini, men er væl minni, um samanborið verður við árini 1996 til 2005 - tá var væl meira av toski, og okkurt av hesum árunum varð  avreitt tvífalt av nøgdini í 2018.

Hýsunøgdin er eisini vaksin nógv í 2018 í mun til 2017 – smá 2000 tons og virðið smáar 25 milliónir   

Hýsunøgdin er framhaldandi lág, sjálvt um hon í 2018 er tann besta í 10 ár. Í fjør vórðu avreidd góð 5.400 tons, samanborið við um 20.000 tons í miðal árini 2001-2007.

Meðan toska- og hýsunøgdin hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin roynst nakað betri. Men seinastu árini hevur nøgdin av upsa eisini verið fallandi, einans góð 21 túsund tons í fjør, eitt fall í mun til í 2017 á góð 5 túsund tons. Til samanberingar vórðu í miðal árini 2005-2010 avreidd góð 53 túsund tons av upsa.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder