2018-09-03 21:38
Hósdagin varnaðust fólk í Klaksvík óvanliga nógv av nøkrum smáum krabbadjórum á Vágni í Klaksvík.
Havstovan hevur fingið nøkur av hesum djórunum til kanningar og kann staðfesta, at talan er um krill av einum slagi, sum á latíni eitur Meganyctiphanes norvegica. Krill er vanligt kring oyggjarnar, men sera sjáldsamt er, at so stórir tættleikar eru heilt inni við land. Áhugavert kundi verið at frætt, um fólk aðrastaðni í landinum eisini hava sæð slíkt hesar seinastu dagarnar, sigur Havstovan.
Krill er týdningarmikil føði hjá m.a. svartkjafti, upsa og eisini nøkrum hvala- og sjófuglasløgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald