Innanlands

Nógv meira av toski og hýsu avreitt higartil í ár

Tilsamans eru avreitt 70.656 tons av øllum fiskasløgum, sum er 2% meiri enn í fjør

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-12-20 11:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at meiri av fiski er avreitt higartil í ár enn í fjør, og at virði eisini er meira.

Tilsamans eru avreitt 70.656 tons, sum er 2% meir enn í fjør. Virði av avreiðingini er 849 mió. kr., sum er 11,1% meiri enn í fjør.

Hagstova Føroya skrivar, at tað serliga er toskur og hýsa, sum nógv meiri er avreitt av. Higartil í ár eru avreitt 15.779 tons av toski, sum er 46,8 prosent meiri enn í fjør. Virði er 312 mió. kr., sum er 51,7% meiri enn í fjør.

Av hýsu er higartil í ár avreitt 5014 tons, sum er 54,3% meiri enn í fjør. Virði er 69.547 mió. kr., sum er 47,9% meiri enn í fjør.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder