Innanlands

Nógv skip skulu landa til Havsbrún

fleiri skip eru komin inn við svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi

Nógv skip skuli landa svartkjaft til Havsbrún (Savnsmynd)

Nógv skip skuli landa svartkjaft til Havsbrún (Savnsmynd)

2025-04-07 06:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fleiri skip eru komin inn at landa svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði.

Norðingur hevur landað 1.900 tons, og Høgaberg skal síðani landa 1.500 tons.

Seinni skal Christian í Grótinum landa 3.200 tons, Borgarin 2.350 tons og Gøtunes 3.150 tons.

skipini hava øll fiska svartjkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. 

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder