Nógv var á skránni á ársins Vísindavøku 24. september. M.a. bar til at vitja nýggja stásiliga havrannsóknarskipið Jákup Sverra, sum lá við bryggju beint við Sjóvinnuhúsið í Havn.
Og sambært Granskingarráðnum var stórur áhugi fyri at síggja nýggja havrannsóknarskipið. Uml. 600 fólk nýttu høvið at fara umborð.
Skipið var opið frá klokkan 9 til 16. Tey vitjandi sluppu umborð eftir landgongubrúnni inn á dekkið, har høvi var at síggja ymisk sløg av fiskum. Síðani var ein leið merkt av gjøgnum alt skipið við støðum, har fólk frá Havstovuni og manningin á Jákupi Sverra greiddu frá, hvat skipið og tólini kunnu brúkast til. Til bar m.a. at síggja royndarstovur, fabrikkina, messuna, maskinrúmið og brúnna.
(Mynd: Ólavur Frederiksen/Gransking.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald