Innanlands

Nógv virksemi á Andersens Beding á Strondum

15 fólk arbeiða dagliga á bedingini og alivinnan er tann stóri kundin

Johan Andersen eigur og rekur Andersens Beding (Mynd: Sjóvar kommuna)

Johan Andersen eigur og rekur Andersens Beding (Mynd: Sjóvar kommuna)

2019-01-17 06:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv virksemi er á Andersens Beding, har umleið 15 fólk eru til arbeiðis dagliga. Jóhan Andersen eigur og rekur Andersens Beding.

Sjóvar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at fríggjadagin bjóðar fyritøkan til móttøku í sambandi við, at handilin er umvaldur. Í

Í 2016 vóru útbyggingar gjørdar á Andersens Beding, har nýggj og stásilig høll var gjørd.

Høllin bleiv tikin í nýtslu í oktober 2016, og síðani høllin er tikin í brúk, eru umstøðurnar og møguleikarnir at veita tænastur alt árið munandi betri. Av tí sama verður arbeiðið meira javnt yvir alt árið, tí nú ber til at arbeiða undir taki, eisini vetrarmánaðirnar, tá ið veðrið kann arga, skrivar kommunan á heimasíðuni.

[object Object](Mynd: Sjóvar kommuna)

Alivinnan er tann stóri kundin hjá fyritøkuni í dag. Andersens Beding hevur spesialiserað seg til at veita tænastur til júst alivinnuna.

Virksemið er staðsett við sjóvarmálan úti við Heygsstøð á Strondum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder