Innanlands

Nógvar landingar í Fuglafirði

Fleiri skip eru komin á Fuglafjørð, har veiðan skal landast

Isafold er eitt av skipunum, sum hevur landað í Fuglafirði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Isafold er eitt av skipunum, sum hevur landað í Fuglafirði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-01-08 07:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu dagarnar eru fleiri skip komin á Fuglafjørð at landa veiðuna.

Danska uppsjóvarskipið Isafold hevur landað 2.400 tons av makreli til Pelagos, sum er fiskaður í bretskum sjógvi.

Birita hevur landað 1.900 tons av svartkjafti til Havsbrún, Tróndur í Gøtu er komin inn við 1.500 tonsum av svartkjafti til Havsbrún, og Fagraberg er komin inn við 1.000 tonsum av svartkjafti, og Arctic Voyager skal landa 1.900 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Svartkjaftaskipini hava fiskað sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder