Innanlands

Nógvar smáar hvalspýggjur í Borðoyarvík

Neyvan  nógv føðsluvirði í hesum smáu verum, sum vóru hildnar at vera æti 

2023-05-11 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrr í vikuni frættist um stórar nøgdir av æti í Borðoyarvík. Kanningar, sum Havstovan gjørdi vístu, at talan var um smáar hvalspýggjur (Hydrozoa). Støddin liggur um 4 millimetrar.

Nógv tað mesta er væta og tískil er neyvan nógv føðsluvirði í hvalspýggjunum. Slíkar verur eru vanligar, men av tí at tær eru smáar, umframt at meginparturin av kroppinum er klárur, eru tær torførar at síggja, uttan tá tær eru í heilt stórum tættleikum. 

Sera nógv ymisk sløg av hvalspýggjum eru á okkara havleiðum og tá Havstovan ger kanningar av æti í sjónum, er vanligt at síggja ymisk sløg í smáum nøgdum. Meira sjáldsamt er, at tær eru í so stórum tættleikum, sum nú í Borðoyarvík. 

Tað kemur javnan fyri, at æti rekur inn í firðirnar í Norðoyggjum, m.a. Borðoyarvík og Árnafjørð. T.d. er ofta komið fyri, at tættar torvur av krill hava verið í hesum økjunum.

Hesaferð var tó ikki talan um slíkan – helst meira vælkomnan – gest, skrivar havstovan.fo  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder