Føroysku uppsjóvarskipini eru av álvara farin aftur til fiskiskap, og fiskiskapurin er eftir svartkjafti sunnanfyri í føroyskum sjógvi í løtuni.
Meginparturin av svartkjaftinum, sum føroysku uppsjóvarskipini fiska, verður landaður til Havsbrún í Fuglafirði, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.
Fyrsta skipið at landa var Tróndur í Gøtu, som kom inn við umleið 2600 tonsum av svartkjafti.
Teir byrjaðu at landa svartkjaftin til Havsbrún hósdagin, og fóru aftur á svartkjaft tá ið liðugt var at landa.
Síðan átti Arctic Voyager tørn at landa.
Arctic Voyager hevði beint undir 2000 tons av svartkjafti, og teir byrjaðu at landa fríggjadagin.
Arctic Voyager (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tá ið Arctic Voyager hevði landað, slapp Norðingur framat at landa umleið 2000 tons av svartkjafti.
Norðingur byrjaði at landa svartkjaftin í gjár.
Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Fagraberg kom á Fuglafjørð í gjár við 2800 tonsum av svartkjafti, sum eisini skal landast til Havsrún, og skal Fagraberg landa til Havsbrún í dag.
Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Í nátt hevur Katrin Jóhanna bíðað eftir landingartørni á Havnini. Katrin Jóhanna hevur umleið 1800 tons av svartkjafti, sum skipið skal landa til Havsbrún, og sleppur Katrin Jóhanna framat at landa í morgin.
Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald