2025-08-01 16:14

Verksmiðjuskipið Norðborg fór aftur til fiskiskap í gjár, eftir at hava landað á Ánunum.
Norðborg hevur landað 1.000 tons av heysaðum makreli, sum teir fryste umborð, umframt 65 tons av fiskamjølið og 80 tons av lýsi.
Tá ið Norðborg hevði landað á Ánunum, fór skipið á Fuglafjørð, at bunkra áðrenn tað fór til fiskiskap.
Skipari hendan túrin er Hans Klaksstein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald