2018-10-06 12:17
Framleiðsluskipið Norðborg kom á Ánirnar í gjár, har teir skuldu landa.
Norðborg hevur verið á makrelveiðu í Føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin hevur ikki verið tann besti.
Teir fóru so í íslendskan sjógv at royna eftir sild, men endaðu at fiska sild í føroyskum sjógvi í staðin.
Við til lands høvdu teir 400 tons av makreli, sum teir av avhøvda, og 900 tons av sild.
Eisini høvdu teir 225 tons av mjøli og 225 tons av lýsi, sum teir landaðu til Havsbrún.
Norðbog fór nýggjan túr í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald