Fyrrapartin loysti Norðborg eftir at hava ligið á Norðhavnini í tríggjar mánaðir. Tað var í summar at blokkurin í motorinum fór, og skipið mátti sleipast til lands.
Og í dag er ein stórur dagur, tí Norðborg er í dag á tekniksum royndartúri.
Teir hava siglt í norðøkinum fyrr í dag, og nú seint seinnapartin eru teir eystan fyri Nólsoynna. Sum skilst hevur royndartúrurin gingið væl, og farið verður til fiskiskap í kvøld ella í morgin.
Umvælingin hevur kostað fleiri enn 20 milliónir krónur umframt mistan fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald