2020-05-08 19:55
Verksmiðjutrolarin Norðborg kom hósnáttina á Anirnar, har teir skuldu landa.
Teir hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Teir høvdu 1333 tons av heilfrystum svartkjafti, og 220 tons av mjøli við til lands.
Tá ið liðugt var at landa, fóru teir aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald