Uppsjóvarskipið Norðingur varð í gjár tikið upp á bedingina hjá Mest í Havn.
Upplýst verður, at talan er um vanligt viðlíkahald, sum er vanligt at gera hesa tíðina.
Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fleiri av skipunum eru nú givin við hesum fiskiskapi, og farin á beding í eitt nú Føroyum og í Norra.
Eitt av skipunum, sum nú er farið á beding er Norðingur úr Klaksvík, sum varð tikið upp á bedingina hjá Mest í havn í gjár.
Skipið skal gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, og arbeiðið kemur at taka um tríggjar til fýra vikur.
Eitt nú skal botnurnin málast, og ymiskt annað smáarbeiði.
Tá ið hetta arbeiðið er gjørt, verður væntandi farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, um nakað verður at fáa tá.
Seinastu tíðin hava tað bara verið, Norðingur, Jupiter, Næraberg og Borgarin, sum hava fiskað svartkjaft, men nú eru nætan øll givin. Einans Næraberg er til fiskiskap eftir svartkjafti í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald