2025-01-12 20:47
Norðingur kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skuldi landa svartkjaft.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið heldur smáligur.
Norðingur hevði 1.200 tons av svartkjafti við til lands, sum bleiv landaður til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi og síðani til fóður.
Norðingur fer nú at rigga til at fara á makrelveiðu í bretskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald