2021-05-16 15:15
Uppsjóvarskipið fór aftur til fiskiskap í nátt.
Norðingur, sum hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, hevur júst landað 1900 tons í Hanstolm.
Ætlanin var at fara til Skagen við veiðuni, men áveg niður til Danmarkar, varð avgerð tikin um at fara til Hanstolm heldur.
Norðingur fór aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar í nátt. Hetta er fyrsta lastin hjá Norðingi, sum skipið hevur landað uttanlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald