2019-01-17 10:59
Uppsjóvarskipið Norðingur kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir høvdu umleið 1900 tons, sum teir hava landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.
Tá ið liðugt var at landa, fóru teir aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald