2020-09-25 09:24
Uppsjóvarskipið Norðingur kom á Kollafjørð í nátt, har teir skulu landa.
Teir hava verið á sildaveiðu undir Íslandi, og hava fiskað umleið 1400 tons av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Teir sluppu framat so skjótt teir komu inn, og tá ið liðugt er at landa, fara teir helst aftur á sildaveiðu undir Íslandi.
Seinastu tvær vikurnar hava skipini havt fiskaloysi, bæði í makrelfiskiskapinum og sildafiskiskapinum, men nú er gongdin vend tá ið tosað verður um sildafiskiskapin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald